Summarhus uttalilsi



Yüklə 21,21 Kb.
Pdf görüntüsü
tarix06.05.2018
ölçüsü21,21 Kb.
#42261


 

 

 



 

 

 



 

Elduvíkar kommuna 

477 Funningur 

 

 

 

 



 

 

 



 

 

 

Viðvíkjandi brúkaragjaldi fyri summarhús í Elduvíkar kommunu 

 

Í  brævi  dagfest  18.  desember  1998  sendi  Løgmansskrivstovan  Elduvíkar  kommunu  skriv.  Við 

skrivinum  setti  Løgmansskrivstovan  við  heimild  í  §  42  í  løgtingslóg  nr.  45  frá  29.  juni  1972  um 

føroysku  kommunurnar  fyribils  úr  gildi  gjald,  kr  1000  árliga,  ið  kommunan  hevði  álagt 

summarhúsaeigarum, sum ikki búðu í kommununi. Løgmálaráðið (fyrr Løgmansskrivstovan) hevur 

nú tikið endaliga støðu til málið, og verða partarnir bidnir halda okkum til góðar fyri óvanliga longu 

tíðina, ið gingin er. 

 

Omanfyri  nevnda  gjald,  sum  var  fyri  vatn,  tøming  av  ruskposum  og  aðrar  kommunalar  veitingar, 



varð sett fyribils úr gildi, tí ivi var um, hvørt heimild var fyri gjaldinum.  

 

Sum  útgangsstøði  skal  ein  saklig  grund  til,  um  kommuna  sum  almennur  myndugleiki  ætlar  at  gera 



mun  á  egnum  og  øðrum  borgarum.  At  eigararnir  av  summarhúsum  í  ávísari  bygd  í  Føroyum  ikki 

búgva  í  viðkomandi  kommunu  má  metast  sum  umstøður,  sum  í  ávísan  mun  kunnu  geva 

kommununi  rætt  til  at  gera  mun  og  áleggja  teimum  eitt  serligt  gjald  fyri  tær  tænastur,  ið  annars  er 

partur av vanligu kommunalu uppgávunum. Hetta er m.a. avleiðing av, at teir eru borgarar í aðrari 

kommunu  og  tí  ikki  eru  við  til  at  gjalda  fyri  kommunalar  tænastur,  ið  vanliga  verða  veittar 

borgarunum í kommununi, fíggjaðar yvir kommunuskattin. 

 

Tá  talan  er  um  inntriv  móti  borgarum  og  at  gera  mun,  má  slíkt  gjald,  álagt  á  fremmandar 



summarhúseigarar,  bert  verða  nýtt  í  avmarkaðan  mun  sambært  vanligum  avgjaldstreytum  og  aldri 

verða  hægri  enn  upphædd,  ið  røkkur  til  eyka  kommunalu  útreiðslurnar  av  viðkomandi  tænastu. 

Eisini má tað vera ein treyt, at kommunan kann vísa á, hvat veruligi kostnaðurin av tænastunum er 

og  harumframt,  hvørjar  lutfalsligu  meirútreiðslurnar  eru  av  at  veita  summarhúsaeigarunum 

viðkomandi tænastu. Er talan um útreiðslur, sum summarhúsaeigararnir ikki meta seg hava tørv á, er 

ivasamt um kommunan av sínum eintingum kann veita tær og síðan krevja gjald.  

 

Hóast kommunur á henda hátt í avmarkaðan mun kunnu áleggja eitt gjald svarandi til tær útreiðslur, 



sum tær hava av tænastum, ið veittar verða summarhúsaeigarum, er hetta bert so, tá ið økið ikki er 

regulerað  við  lóg.  Á  einum  av  høvuðstænastuøkjunum  eru  viðurskiftini  ásett  í  kunngerð.  Tað  snýr 

seg  um  innsavning  av  burturkasti,  ið  er  regulerað  við  Kunngerð  nr.  147  frá  19.  oktober  1995  um 

burturkast.  Viðkomandi  greinar  í  hesi  kunngerð  eru  §  2  ”Kommunustýrið  skal  hava  eina 

L

ØGDEILDIN



 

27. januar 2003 

Mál: 4700-0001/2003/2  

 

 

 



 

2 av 2 


innsavningarskipan  (dagrenovatión)  til  alt  húsarhaldsburturkast.  Skipanin  skal  umfata  húsarhald, 

virkir,  stovnar,  v.m.”  og  §  3  ”Kommunustýrið  kann  gera  av,  at  innsavningarskipanin  eftir  § 2  ikki 

skal  umfata  húsarhaldsburturkast  frá  virkjum,  stovnum,  o.l.,  ella  ikki  skal  umfata  ávís  sløg  av 

húsarhaldsburturkasti. Kommunustýrið skal tá í staðin vísa á ein avhendingarmøguleika.” 

 

Løgmálaráðið  hevur  m.a.  verið  í  samband  við  umhvørvisdeildina  í  Oljumálaráðnum  um  tulkingina 



av §§ 2 og 3 í nevndu kunngerð. Í kunngerðini verður einans skilt millum rusk frá húsarhaldi og rusk 

frá virkjum, stovnum o.l. Tá ið summarhús ikki koma undir virki, stovnar o.l., er neyvan ivi um, at  

eitt  kommunustýri  sambært  §§  2  og  3  í  kunngerðini  hevur  skyldu  til  at  savna  inn  rusk  eisini  frá 

summarhúsum við fremmandum eigara. Sambært vanligum rættaraðalreglum um gjald, skal borgarin 

ikki  rinda  fyri  tænastur,  sum  tað  almenna  sambært  lóg  skal  veita  –  í  hesum  føri  ruskinnsavning  – 

uttan  at  gjaldið  er  ásett  í  lóg.  Ein  kommuna  kann  tí  ikki  krevja  gjald  í  sambandi  við  útreiðslur  av 

ruskinnsavning hjá summarhúsaeigarum. 

 

Elduvíkar  kommuna  hevur  ikki  við  tí  gjaldi  uppá  kr  1000  árliga,  sum  fyribils  varð  avtikið  við 



fyrrnevnda  skrivi  frá  18.  desember  1998,  útgreinað  tær  útreiðslur,  sum  kommunan  segði  seg  hava 

havt av at veita summarhúsaeigarunum umrøddu tænastur. Gjaldið tykist tí at vera tilvildarliga ásett. 

Harafturat  hava  kommunur,  sum  fyrr  nevnt,  lógarbundna  skyldu  uttan  gjald  eisini  at  veita  

summarhúsum vanligar tænastur í sambandi við ruskinnsavning. Tí verður mett, at kommunan ikki 

hevði heimild at áseta viðkomandi gjald uppá kr. 1000 árliga.  

 

Vísandi  til  nevndu  grundgevingar,  verður  sagt  frá,  at  fyribils  avgerðin  frá  18.  desember  1998  við 



hesum  verður  gjørd  endalig  við  heimild  í  §  55,  stk.  1  í  løgtingslóg  nr.  87  frá  17.  mai  2000  um 

kommunustýri. 

 

Avrit  av  hesum  brævi  er  sent  Rættarhjálp  Føroya  og  Marius  Garðshorn,  sum  vegna  eigarar  av 



(summar) húsum í Elduvík og Oyndarfirði  kærdi upprunaliga kommunalt ásetta gjaldið. 

 

 



Løgmálaráðsins vegna 

 

 



 

Bárður Larsen 

fulltrúi 

 

   



 

      


 

 

 



Yüklə 21,21 Kb.

Dostları ilə paylaş:




Verilənlər bazası müəlliflik hüququ ilə müdafiə olunur ©genderi.org 2024
rəhbərliyinə müraciət

    Ana səhifə