Avgerð frá Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 18



Yüklə 10,87 Kb.
tarix06.05.2018
ölçüsü10,87 Kb.
#42249

Avgerð frá Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 18. juni 2008

Mál nr. 07-03-33-17



- endurrindan av eykaskrásetingargjaldi – kommuna

- lóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. § 1
Samandráttur:

Skatta- og avgjaldskærunevndin avgjørdi at staðfesta avgerð hjá Akstovuni at nokta kommunu endurrindan av eykaskrásetingargjaldi. Avgerðin varð grundað við, at tá kommunan ikki er eitt meirvirðisgjaldsskrásett virki og tí ikki sum heild hevur rætt til frádrátt fyri mvg, hevur hon heldur ikki rætt til endurrindan av eykaskrásetingargjaldi.


Avgerð

Ein kommuna kærdi avgerð hjá Akstovuni at nokta kommununi endurrindan av eykaskrásetingar­gjaldi fyri akfar.


Kærarin vísir á, at akfarið skal brúkast til vinnuligt virksemi burturav, og at akfarið er ogn hjá komm­ununi, sum lýkur krøvini um frádrátt sambært § 1, stk. 2 í lóg um skrásetingargjald á motor­ak­førum.
Akstovan/TAKS vísti m.a. á, at sambært § 1, stk. 2 í lógini um skrásetingargjald á motorakførum v.m. er ásett, at ”Afturat skrásetingargjaldinum verður rindað eitt eykagjald, sum er 25% av skrá­set­ingargjaldinum. Meirvirðisgjaldsskrásett virkir, sum í síni heild hava rætt til frádrátt eftir meir­virð­­isgjaldslóggávuni, kunnu eftir umsókn fáa eykagjaldið endurrindað.”
Kommunur, kommunal virkir og stovnar eru meirvirðisgjaldsskrásett sambært kunngerð nr. 25 frá 19. februar 2003 um meirvirðisgjald hjá kommunum. Í § 2 er ásett, at ”meirvirðisgjald verður aftur­goldið til kommunur og kommunal virkir og stovnar við 75% av inngangandi meirvirðisgjaldi teirra.”
Hetta merkir, at kommunur og kommunalir stovnar ikki í síni heild hava rætt til frádrátt eftir meir­virð­isgjaldslógini, sum ásett er í § 1, stk. 2 í lógini um skrásetingargjald av motorakførum.
Sostatt verður hildið fast við, at kommunan ikki hevur rætt til endurrindan av eykaskráseting­ar­gjaldinum.
Avgerð hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini.

Heimildin til endurrindan av eykaskrásetingargjaldi er í § 1, stk. 2 í ll. nr. 175 frá 18. des. 1992 um skrásetingargjald á motorakførum. Í § 1 er stk. 2 soljóðandi: “Afturat skrásetingargjaldinum verður rindað eitt eykagjald, sum er 25% av skrásetingargjaldinum. Meirvirðisgjaldsskrásett virkir, sum í síni heild hava rætt til frádrátt eftir meirvirðisgjaldslógini, kunnu eftir umsókn fáa eykagjaldið endurrindað.”


Henda áseting, har meirvirðisgjaldið av skrásetingargjaldinum verður umlagt til eitt eyka skrá­set­ing­argjald, er innsett í lógina um skrásetingargjald við ll. nr. 41 frá 27. apríl 2005.
Ásetingin um endurrindan kom inn í lógaruppskot nr. 077/04 sum broytingaruppskot frá fíggjar­nevndini. Í viðmerkingunum verður sagt: “at við verandi uppskoti er ikki møguleiki fyri, at vinnu­akfør kunnu fáa eykagjaldið uppá 25% aftur, og hevur hann (landsstýrismaðurin) tí gjørt uppskot til eina broyting, so hetta er møguligt. Henda broyting fer at geva betri skjalfesting í sambandi við endurgjald, tí hon verður bert veitt eftir umsókn, men samstundis verður meira umsiting.”
Kommunur fáa endurrindað mvg eftir serligum ásetingum í mvg-lógini, jbr. § 3, stk. 2 og kunngerð nr. 25 frá 19. februar 2003 um meirvirðisgjald hjá kommunum.
Eftir hesum reglum fáa kommunur endurgoldið 75% av inngangandi meirvirðisgjaldinum. Skráset­ing­argjaldslógin ásetir greitt, at meirvirðisgjaldsskrásett virki kunnu fáa endurrindað eykaskrá­set­ing­argjaldið, um tey lúka ávísar treytir. Talan er um eina seráseting, sum bert er galdandi fyri henda bólk og verður ikki mett at kunna tulkast víðkandi til eisini at fevna um kommunur, tí hesar ikki í síni heild hava rætt til frádrátt eftir meirvirðisgjaldslógini, men bert hava rætt til at fáa endurgoldið mvg í tann mun, kunngerðin um mvg hjá kommunum loyvir hesum og tá bert upp til 75% av meirvirðisgjaldinum. Kommunur eru ikki meirvirðisgjaldsskrásett virki og fáa sostatt ikki mvg endurgoldið eftir somu skipanum, sum hesi.
Kommunan er ikki eitt meirvirðisgjaldsskrásett virki og hevur tí ikki í síni heild rætt til frádrátt eftir meirvirðisgjaldslógini.
Skatta- og avgjaldskærunevndin avgjørdi at staðfesta avgerðina hjá Akstovuni at nokta endurrindan av eykaskrásetingargjaldi. Avgerðin verður grundað við, at tá kommunan ikki er eitt meirvirðisgjaldsskrásett virki og tí ikki sum heild hevur rætt til frádrátt fyri mvg, hevur hon heldur ikki rætt til endurrindan av eykaskrásetingargjaldi.
Yüklə 10,87 Kb.

Dostları ilə paylaş:




Verilənlər bazası müəlliflik hüququ ilə müdafiə olunur ©genderi.org 2024
rəhbərliyinə müraciət

    Ana səhifə