Avgerð frá Skatta- og avgjaldskærunevndini



Yüklə 19,98 Kb.
tarix26.09.2017
ölçüsü19,98 Kb.
#2279

Avgerð frá Skatta- og avgjaldskærunevndini
Avgerð tikin 22.03.2006

Mál nr. 05-02-21-46

- Lóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum § 2


Rentustuðul
Samandráttur:

Kærarin tók lán í 2000 og fekk játtað rentustuðul til lánið. Hann rindaði meira inn á lánið enn upprunaliga avtalað, og í 2005 fekk hann útgoldið kr. 70.000 av láninum. Hann søkti ikki um rentu­stuðul í hesum sambandi, tí hann metti ikki, at talan var um hækking av láninum, men um aftur­gjalding av tí upphædd, sum var goldin ov nógv inn á lánið. Toll- og Skattstova Føroya støðgaði rentustuðulinum, tí hon kundi ikki vita, um lánið var farið til eitt stuðulsloyvt endamál. Kommunal Skattakærunevnd og Skatta- og avgjaldskærunevndin staðfestu avgerðina hjá Toll- og Skattstovu Føroya.


Avgerð
Málslýsing:

Upplýst er m.a. í málinum, at kærarin í august 2000 tekur kr. 150.000 í láni í peningastovni. Lánið er til sethús, og hann fær játtað rentustuðul til lánið.


Lánið skuldi gjaldast aftur eftir 15 árum, men verður goldið skjótari enn ætlað m.a. við einum eyka­gjaldi í februar 2001 á kr. 50.000.
Í mars 2005 fær kærarin útgoldnar kr. 70.000 av hesari lánikontu. Toll- og Skattstova Føroya støðgar útgjaldingini av rentustuðlinum vísandi til, at hon ikki veit, um lánið er farið til eitt stuðulsloyvt enda­mál. Kærarin metir ikki, at talan er um hækking av láninum, men um at hann fær útgoldið tað, sum hann hevur goldið ov nógv inn á lánið.
Avgerðin varð kærd til Kommunala Skattakærunevnd, sum staðfesti avgerðina hjá Toll- og Skattstovu Føroya.
Kommunala Skattakærunevndin:

Kommunala Skattakærunevndin sigur m.a., at málið snýr seg um, hvørt talan er um eitt nýtt lán ella eina rætting av einum verandi láni. Skattakærunevndin hevur ta áskoðan, at kærarin hevur goldið lánið skjótari aftur enn upprunaliga ætlað. Nevndin metir, at talan er ikki um eina rætting, men um eitt nýtt lán.


Nevndin vísir á, at kærarin hevur ikki kunnað skjalprógvað mótvegis Toll- og Skattstovu Føroya, at talan er um lán, sum hevur rætt til stuðul sambært rentustuðulslógini, og staðfestir avgerðina hjá Toll- og Skattstovu Føroya.
Kærarin:

Kærarin vísir á, at rentustuðulslógin § 2, nr. 2, litra a sigur, at rentustuðul kann veitast til lán, sum eru avtalað 18. januar 1991 ella seinni, og sum eru tikin til keyp ella bygging, umvæling ella umbygging av egnum bústaði. Í hansara føri er talan um keyp ella bygging. Lánið er góðkent at lúka hesar treytir av Toll- og Skattstovu Føroya tann 3. august 2000.


Fyri at hava eitt sindur at slaka upp á, avgjørdi hann at rinda kr. 50.000 meira inn á lánið, enn avtalan við Føroya Sparikassa segði. Á várið 2005 var umleið kr. 75.000 ov nógv goldið inn á lánið. Av hesum fekk hann útgoldið kr. 70.000. Tað vil siga, at tað sambært avtaluni við peningastovnin framvegis var ov nógv goldið inn á lánið.
Tá avtalan um lánið millum hann og peningastovnin, sum Toll- og Skattstova Føroya góðkendi í 2000, er óbroytt, dugir hann ikki at síggja, at rætturin til rentustuðul fellur burtur. Spurningurin má so verða, um hann hevur hækkað lánið og harvið gjørt nýggja avtalu við peningastovnin, tí tað ber ikki til at hækka eitt lán uttan at gera eina nýggja avtalu. Hann upplýsir, at ongin nýggj avtala fyriliggur um hækkan av láninum við peningastovnin, og tá hann ikki er í eftirstøðu við at gjalda, dugir hann ikki at síggja, at hann hevur brotið § 2, nr. 2, litra a í rentustuðulslógini.
Hann skilir ikki, hví hann skal prógva, hvat lánið er brúkt til. Talan er ikki um hækking av láninum, men um afturgjalding av tí upphædd, sum er goldin ov nógv inn á lánið í peningastovninum.
Toll- og Skattstova Føroya:

Toll- og Skattstova Føroya vísir á, at kærarin tann 3. august 2000 fær játtað rentustuðul til lán upp á kr. 150.000 til nýggj sethús samb. § 2, nr. 2 í rentustuðulslógini.


Í tíðarskeiðnum frá august 2000 til februar 2005 minkar lánisaldan úr kr. 150.000 til kr. 32.416,76.
Í mars 2005 veksur saldan so aftur upp í kr. 100.666,76, samstundis sum kærarin fær peningastovnin at gjalda sær kr. 70.000 út aftur av láninum, tí hann metir seg ikki hava brúkt upp til maks. av láninum.
Eingin umsókn er komin til hesa broyting í láninum.
Toll- og Skattstova Føroya vísir á, at rentustuðul verður bert veittur til tey endamál, sum eru nevnd í § 2, og rentustuðul verður bert veittur eftir umsókn, jbr. § 7, stk. 1 í rentustuðulslógini.
Tað er eftir § 2a, stk. 2 í rentustuðulslógini ein treyt fyri at fáa rentustuðul, at lánið sum heild er stuðuls­loyvt. Lán, sum lutvíst eru farin til eitt stuðulsloyvt endamál, lutvíst til annað endamál, skulu fyri at koma undir rentustuðulslógina fyrst uppbýtast.
Toll- og Skattstova Føroya veit ikki, hvat lánið áljóðandi kr. 68.350 er farið til og sostatt heldur ikki, um lánið er farið til eitt stuðulsloyvt endamál.
Toll- og Skattstova Føroya heldur sostatt fast við, at avgerðin at nokta rentustuðul er í tráð við galdandi reglur.
Avgerðin hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini:

Sambært § 7, stk. 1 í rentustuðulslógini verður rentustuðul bert veittur eftir umsókn, og sambært § 7, stk. 3 ásetir Landsstýrið nærri reglur um krøv til skjalprógv, sum neyðug eru, fyri at støða kann takast til, um ein persónur hevur rætt til rentustuðul.


Við heimild í hesari grein er givin kunngerð nr. 101 frá 11. juni 1997 frá Fíggjar- og búskapardeildini um skjalprógv, tá søkt verður um rentustuðul. Sambært § 2, stk. 2, í hesari kunngerð skal umsøkjarin: ”í umsóknini geva nærri frágreiðing um, hvat slag av láni talan er um, herundir um talan er um hækking ella umlegging av verandi láni.”
Endamálið við umsóknunum og góðkenningunum hjá Toll- og Skattstovu Føroya má sigast vera at tryggja, at rentustuðul einans verður latin til stuðulsloyvd endamál, samanber við § 2 í rentu­stuðuls­lógini, har ásett er, at tá talan er um lán, sum eru avtalað 18. januar 1991 ella seinni, verður rentustuðul bert veittur fyri rentur av lánum, sum eru tikin til bústað, útbúgving og gjaldan av ábyrgd.
Ásett er eisini í § 2a, stk. 2, at er talan um lán, sum bæði er tikið til stuðulsloyvt og annað endamál, má lán­ið býtast upp fyri at fáa rentustuðul.
At gjalda lán skjótari niður enn upprunaliga ætlað er sjáldan nakar trupulleiki, men hetta gevur ikki av sær sjálvum skuldaranum rætt til at ráða yvir ov nógv goldna peninginum. Hesir serligu avdráttirnir minka bert um restskuldina, og einhvør seinni broyting á lánisalduni má síggjast út frá salduni á láninum, tá broytingin fer fram.
Tá kærarin hevur fingið kr. 70.000 kr. útgoldnar av lánikontuni, metti nevndin, at hetta mátti metast sum ein hækking av láninum.
Tá kærarin ikki hevur søkt um rentustuðul í samband við hækkingina, ber ikki til hjá Toll- og Skatt­stovu Føroya at vita, um hesin parturin av láninum er tikin til stuðulsheimilað endamál, jbr. § 2a í rentustuðulslógini, har treytin er, at lánið sum heild er stuðulsloyvt.
Mett varð tí, at Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at støðga rentustuðlinum í hesum føri.
Skatta- og avgjaldskærunevndin avgjørdi tí at staðfesta avgerðina hjá Kommunalu Skattakæru­nevndini.
Yüklə 19,98 Kb.

Dostları ilə paylaş:




Verilənlər bazası müəlliflik hüququ ilə müdafiə olunur ©genderi.org 2024
rəhbərliyinə müraciət

    Ana səhifə