Avgerð tikin av



Yüklə 24,13 Kb.
tarix26.09.2017
ölçüsü24,13 Kb.
#2278

Avgerð tikin 31.03.2005, j. nr. 04-02-22-14

Kommuna móti Toll- og skattstovu Føroya

- tilhaldskommuna

- atvinnukommuna

- § 41, stk. 2 og § 51, stk. 4 í skattalógini
Samandráttur: Kommuna A metir, at smápartafelagið, sum er skrásett og hevur skrivstovu í kommunu B, men sum eigur skip, sum er skrásett í kommunu A, hevur atvinnuskattaskyldu til kommununa A. Kommunan A vísir, at hóast hetta er meginparturin av virkseminum er í kommunu A: veiðan verður løgd upp har, tá skipið ikki er til fiskiskap, liggur tað við bryggju í kommunu A, trolarbeiði og ábøtur annars verða gjørdar í kommunu A, útgerð verur fingin haðani eina og felagið eligar goymsluøki í kommunu A.

Skatta- og avgjaldskærunevndin metir ikki, at í hesum føri er talan um fastan rakstrarstað, har virk­semið heilt ella partvíst verður rikið frá, tí talan er um goymslustað, fyrireiking ella hjálpi­funktión til høvuðsvirksemið, sum er fiskiskapur, og ikki um eitt stað, felagið hevur fingið sær at reka sítt virksemi frá. Smápartafelagið hevur ikki atvinnu í kommunu A. Skatta- og avgjaldkæru­nevndin avgjørdi at staðfesta avgerðina hjá Toll- og Skattstovuni.



Frágreiðing um málið
Smápartafelag, ið er skrásett við heimstaði í kommunu B, eigur skip, sum er skrásett í kommunu A.
Kommunan er av tí áskoðan, at smápartafelagið hevur atvinnuskattskyldu til kommunu A. Toll- og Skattstovan hevur í skrivi frá 1. november 2004 sagt frá, at teir eru av tí fatan, at felagið ikki hevur atvinnuskattskyldu til kommunu A.
Felagið hevur ikki latið atvinnusjálvuppgávu fyri nakað virksemi í kommunu A. Skattliga úrslitið seinastu fimm árini er útgreinað soleiðis:
Ár Skattligt úrslit kr.

1999 – 17.454

2000 341.241

2001 533.060

2002 – 370.121

2003 –1.655.757


Grannskoðari felagsins sigur seg ikki duga at meta um, hvussu eitt skattligt úrslit til atvinnukommunu skal býtast í hesum føri.
Avgerðin hjá Toll- og Skattstovuni er kærd beinleiðis til Skatta- og avgjaldskærunevndina.
Kæran

Kommuna A vísir á, at hóast felagið er skrásett í kommunu B, og reiðaríið hevur skrivstovu í kommunu B, so er skipið skrásett í kommunu A, og verður meginparturin av virkseminum, sum felagið hevur á landi, gjørt í kommunu A. Her er t.d. talan um:


At skipið leggur mestsum alla veiðu upp í kommunu A

At skipið, tá tað ikki er til fiskiskap, liggur við bryggju í kommunu A

At reiðsskapur hjá smápartafelagnum verður riggaður til og bøttur á havnaøkinum í kommunu A

At ábøtur annars á skip og útgerð verða framdar í kommunu A

At felagið leigar goymsluøki frá kommunu A
Í viðmerkingarskrivi frá 11. februar 2005 vísir kommuna A á, at eftir teirra tykki verður inntøkan í einum felag, sum tekst við fiskivinnu, skapt í tí kommunu, har fiskiskapurin verður fyrireikaður, her verður hugsað um viðlíkahald av skipi og umvæling av fiskireiðskapi. Alt hetta verður gjørt á bryggjuni í kommunu A og havnaøkinum. Harumframt eigur reiðarin neyst í kommunu A, sum verður nýtt til trolarbeiði og tílíkt. Harafturat hevur reiðaríið eitt øki uppá 100 m² frá kommunu A til virksemi sítt. Hetta økið er skamt frá neystinum.
Einasta virksemi hjá reiðarínum í kommunu B er umsitingin. Reiðaríið hevur skrivstovu á bústaðnum hjá reiðaranum.
Av hesum metir kommuna A, at grundarlagið undir inntøkuni hjá smápartafelagnum er tað arbeiði, sum verður gjørt í kommunu A, og halda tey, at skrivstovan hjá reiðarínum í kommunu B ikki er stórvegis inntøkuskapandi. Kommuna A ger tí galdandi, at grundarlag er fyri, at smápartafelagið rindar atvinnuskatt í kommunu A.
Toll- og Skattstovan

Økið sigur í skrivi dagf. 15. desember 2004, at tað er ov lítil aktivitetur á landi í kommunu A til at staðfesta fast rakstrarstað, framleiðslustað ella annað fast arbeiðspláss, sum er nevnt í § 48 stk. 2 nr. 1, og tí metir Økið, at smápartafelagið ikki lýkur treytirnar í § 48 stk. 2 í skattalógini fyri atvinnuinntøku í kommunu A.


Toll- og Skattstovan, Stýrið viðmerkir í skrivi dagfest 5. januar 2005 soleiðis:
“Toll- og Skattstovan tulkar § 48 stk. 2 í skattalógini soleiðis, at talan skal vera um slíkt virksemi, sum er inntøkuskapandi, tað vil siga, at ein ávís virðisøking skal fara fram í kommununi, fyri at talan skal vera um virksemi, sum skapar grundarlag fyri atvinnuskatti.
Hetta verður grundað á orðingina í grein 48 stk. 2
Fyrst nevnir grein 48 stk. 2 fastan rakstrarstað. Tá skal talan vera um ein fastan handilsstað, har virksemið heilt ella partvíst verður rikið frá. Hetta er sambært fastari praksis ikki slíkt virksemi, sum bert er hjálpandi ella fyrireikandi fyri høvuðsvirksemið hjá virkinum.
Síðan nevnir grein 48 stk. 2 útibúgv (filial), handilsstovu og framleiðslustað. Hesi eru øll eftir vanligu reglunum at meta sum fastur rakstrarstaður, og talan er her eisini um virksemi, sum skapar eina virðisøking.
Síðan verður nevnt annað fast arbeiðspláss, umboðsmaður ella vørugoymsla, haðani bíleggingar verða avgreiddar regluliga. Verða bíleggingar avgreiddar regluliga frá tí fasta arbeiðsplássinum, frá umboðsmanninum ella frá vørugoymsluni, so er eisini talan um virksemi, sum skapar eina virðisøking.
Síðst í grein 48 stk.2 verður nevnt “..ella tílíkt”. Tað vil siga, at talan kann eisini verða um annað virksemi, sum ikki beinleiðis er nevnt, sum skapar grundarlag fyri atvinnuskatti. Vit meta tí, at talan skal vera um virksemi, sum kann samanlíknast við tað, sum frammanfyri er nevnt. Harvið meta vit, at tað skal vera talan um eitthvørt virksemi, sum skapar eina virðisøking.
Toll- og Skattstovan metir ikki, at eitthvørt virksemi, sum verður framt í aðrari kommunu, kann skapa grundarlag fyri atvinnuskatti. Bert um talan er um eitthvørt virksemi, sum skapar eina virðisøking, kann talan verða um atvinnuskatt. Hetta meta vit eisini má vera tað, sum er grundarlag fyri reglunum um atvinnuskatt, tá tað annars er ógjørligt at gera upp, hvussu stórur partur av skattinum skal leggjast til atvinnukommununa.“
Avgerð frá Skatta- og avgjaldskærunevndini:

Avgerðir um atvinnuskatt kunnu sambært § 51 stk. 6 kærast beinleiðis til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Bæði skattgjaldarin, tilhalds- og atvinnukommunan hava kærurætt.


Feløg, sum eru skattskyldug í Føroyum, eru sambært § 41 stk. 2 í skattalógini skattskyldug í tí kommunu, har tey eru skrásett. Í ávísum førum kann felagið tó eisini hava skattskyldu til aðra kommunu, um tað hevur atvinnu har, og verður kommunuskatturin tá býttur millum atvinnukommununa og tilhaldskommununa eftir reglunum í § 51 stk. 4.
Sambært § 48 stk. 2 er talan um atvinnu, um felagið sum eigari ella sameigari rekur ella á annan hátt eigur lut í avlopinum av eini vinnu, sum hevur samband við kommununa, av tí at har er fastur rakstrarstaður – útibúgv, handilsstova, framleiðslustaður og annað fast arbeiðspláss, umboðsmaður, vørugoymsla, haðani bíleggingar verða avgreiddar regluliga ella tílíkt.
Staðfest er, at talan er um felag, skrásett í kommunu B, sum eigur skipið, skrásett í kommunu A. Felagið er tí sambært § 41 stk. 2 í skattalógini fyrst og fremst skattskyldugt í kommunu B, men kann eftir reglunum í § 48 stk. 2 í skattalógini hava skyldu at svara atvinnuskatt í kommunu A, um felagið hevur atvinnuskyldugt virksemi í kommunu A.
Men sum Toll- og Skattstovan sigur, so er í hesum føri ikki talan um fastan rakstrarstað, har virksemið heilt ella partvíst verður rikið frá, tí talan er um goymslustað, fyrireiking ella hjálpifunktión til høvuðsvirksemið, sum er fiskiskapur, og ikki um eitt stað, felagið hevur fingið sær at reka sítt virksemi frá. Viðmerkjast kann, at hugtakið fastur rakstrarstaður m.a. er lýst í § 5 í Norðurlendska tvískattasáttmálanum, sum Føroyar eru partur av. Sí hjálagda avrit av nevndu § 5.
Heldur ikki er talan um fast arbeiðspláss, umboðsmann ella vørugoymslu, har bíleggingar verða avgreiddar regluliga ella tílíkt, tí talan er um passiva goymslu og viðlíkhald annars av útgerð og skipi.
Tí metir Skatta- og avgjaldskærunevndin, at smápartafelagið ikki hevur atvinnu í kommunu A sambært § 48 stk. 2 í skattalógini. Skatta- og avgjaldkærunevndin avgjørdi at staðfesta avgerðina hjá Toll- og Skattstovuni.






Yüklə 24,13 Kb.

Dostları ilə paylaş:




Verilənlər bazası müəlliflik hüququ ilə müdafiə olunur ©genderi.org 2024
rəhbərliyinə müraciət

    Ana səhifə