Hendingayvirlit



Yüklə 25,89 Kb.
tarix06.05.2018
ölçüsü25,89 Kb.
#42252

Hendingayvirlit


Hendingar í málinum um at byggja ellis- og røktarheim í Vági har løgmaður og/ella landsstýrismenn hava verið uppií

- Gjørt við støði í upplýsingum frá aðalráðunum-

SR

11. september 2004: Løgmaður saman við fylgisneytum hevur fund í Vági um málið.



1. november 2004: Skriv til kommunurnar í Suðuroynni frá Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum og Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum við kunning um ætlanina viðv. miðnáms- og heilsuskúla og røktarheimi í Suðuroy.

3. desember 2004: Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður skrivar upprit til landsstýrisfund um málið viðvíkjandi miðnáms- og heilsuskúla og røktarheimi í Suðuroy.

7. desember 2004: Upprit 3. desember 2004 verður fyrilagt á landsstýrisfundi.

4. januar 2005: Landsstýrisfundur har landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum og mentamálum kunnaðu um skriv, teir ætla at senda til kommunustýrini í Suðuroynni viðvíkjandi heildaruppskotinum um at byggja miðnáms- og heilsuskúla í Hovi og ellisheim í Vági. Skrivið varð sent sama dag.

8. januar 2005: Hovs kommuna svarar uppá skriv 4. januar 2005.

14. januar 2005: Hvalbiar kommuna svarar uppá skriv 4. januar 2005.

19. januar 2005: Sumbiar kommuna svarar uppá skriv 4. januar 2005.

20. januar 2005: Porkeris kommuna svarar uppá skriv 4. januar 2005.

24. januar 2005: Tvøroyrar kommuna svarar uppá skriv 4. januar 2005.

27. januar 2005: Vágs kommuna svarar uppá skriv 4. januar 2005.

21. februar 2005: Fundur í Tinganesi um hvussu arbeiðast skuldi víðari í málinum. Á fundinum luttóku Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, Atli Suni Leo, fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum og Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóri í Mentamálaráðnum.

22. februar 2005: Hans Pauli Strøm landsstýrismaður skrivar upprit um ellis- og røktarheim í Suðuroy.

22. februar 2005: Almanna- og heilsuráðið ger upprit um ellis- og røktarheim í Suðuroy/Vági.

22. februar 2005: Fundur á mentamálaráðnum har heitt verður á Arkitektavirkið hjá Árna Winther um at gera eina byggitekniska meting í mun til ætlanina

24. februar 2005: Árni Winther letur mentamálaráðnum upprit um miðnámsskúla/ røktarheim

25. februar 2005: Fundur um miðnámsskúla/røktarheim.

1. mars 2005: Fíggjarmálaráðið ger upprit um ellis- og røktarheim í Vági

1. mars 2005: Samgongufundur um miðnámsskúlan, heilsuskúlan og røktarheim í Vági.

10. mars 2005: Fundarboð til allar kommunur í Suðuroy.

14. mars 2005: Fíggjarmálaráðið ger eitt endurskoðað upprit um ellis- og røktarheim í Vági.

15. mars 2005: Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum kunnandi fund í Øravík um ætlanina. Páll Holm Lave frá Arkitektavirkinum og Eyðbjørn Poulsen deildarstjóri í Mentamálaráðnum luttóku eisini á fundunum í Øravík. Eisini eru fundir við Vágs kommunu og Tvøroyrar kommunu.

6. apríl 2005: Skriv frá Tvøroyrar kommunu til Almanna- og Heilsustýrið um skúladepil í Hovi og Ellisheim í Vági

4. mai 2005: Skriv frá Sumbiar kommunu har teir bjóða fram grundøki til ellisheim í Sumba og annars halda, at ellisheim í Vági er góð loysn.

18. mai 2005: Svar frá Almanna- og heilsuráðnum uppá skriv 4. mai 2005.

20. mai 2005: Skriv til allar kommunurnar í Suðuroynni frá Almanna- og heilsuráðnum.

26. mai 2005: Skriv til Almanna- og Heilsuráðið frá Vágs kommunu.

27. mai 2005: Skriv til Almanna- og heilsuráðið frá Hovs kommunu.

23. juni 2005: Eyðun Jacobsen, fultrúi og Kristian Árnason eru á fundi við kommunur í Suðuroy og onnur.

15. september 2005: Skriv frá Kirstin Strøm Bech, borgarstjóra í Vági til Almanna- og Heilsuráðið um gongdina í málinum.

29. september 2005: Skriv frá Almanna- og Heilsuráðnum til Tvøroyrar kommunu.

29. september 2005: Skriv frá Almanna- og Heilsuráðnum til Vágs kommunu.

5. oktober 2005: Svar frá Tvøroyrar kommunu uppá skriv 29. september 2005 frá Almanna- og Heilsuráðnum.

24. oktober 2005: Fundarfráboðan til allar kommunur í Suðuroy um fund 5. november.

5. november 2005: Skriv frá Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi um hvør bíðilistin er.

5. november 2005: Fundur millum Hans Paula Strøm, landsstýrismann og umboð fyri allar kommunur í Suðuroy. Frásøgn góðkend av Hans Paula Strøm. Telefonnotat er til um telefonsamrødu vid John Mortensen um frásøgnina. Fundarfrásøgn er eisini gjørd av Vágs kommunu.

8. november 2005: Landsstýrisfundur har landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum legði fram uppskot til løgtingslóg um studningslán til- ellis og røktarheim.

10. november 2005:  Skriv frá Tvøroyrar býráð til Almanna- og Heilusráðið um innlit í fundarfrásøgn 5. november 2005.

10. november 2005: Skriv frá Tvøroyrar býráð til Vágs býráð við viðmerkingum  til fundarfrásøgn 5. november 2005.

24. november 2005: Orðaskifti við 1. viðgerð av løgtingmáli nr. 46/2005: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli.

28. november 2005: Skriv fra Almanna- og heilsumálaráðnum til trivnaðarnevndina við áheitan um broytingar í uppskotinum í løgtingmáli nr. 46/2005: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli

1. desember 2005: Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður á fundi í  trivnaðarnevndini um løgtingmál nr. 46/2005: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli.

2. desember 2005: Skriv frá Almanna- og heilsumálaráðnum til trivnaðarnevndina við svari upp á fyrispurning um týdningin av servituttum í løgtingmáli nr. 46/2005: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli.

3. desember 2005: Skriv frá Almanna- og Heilsuráðnum til John Mortensen um fundarfrásøgn 5. november 2005.

6. desember 2005: Skriv frá Tvøroyrar býráð har biðið verður um innlit í fundarfrásøgn 5. november 2005.

7. desember 2005: Svar á løgtingi frá Hans Paula Strøm uppá munnligan fyrispurning frá Hergeri Nielsen um serligar treytir fyri bygging av ellis- og røktarheimum

12. desember 2005: Skriv til kommunurnar í Suðuroy við umbøn um viðmerkingar til fundarfrásgn 5. november 2005.

19. desember 2005: Skriv frá Vágs kommunu til Almanna- og heilsuráðið við viðmerkingum til fundarfrásøgn 5. november 2005.

19. desember 2005: Orðaskifti við 2. viðgerð av løgtingmáli nr. 46/2005: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli

19. januar 2006: Fundur við kommunur í Suðuroy sbr. innkalling dagin fyri.

24. januar 2006: Bárdur Nielsen, landsstýrismadur skrivar notat um Ellis- og røktarheim í Vági.

24. januar 2006:  Fyrri og seinni fundur í fíggjarmálaráðnum. Fyrri fundurin var ein forfundur ímillum landsstýrismannin í fíggjarmálum við embætisfólkum, og landsstýrismannin í innlendismálum við embætisfólkum. Beint eftir henda fundin var fundur millum luttakarar á forfundinum og kommunurnar í sunnaru helvt av Suðuroy saman við løgtingslimunum Henrik Old og Johan Dahl. Hvat fyrifórst á fundunum hava fíggjarmálaráðið og Innlendismálaráðið greitt frá í seinni skrivum. Eli Frederiksen úr Porkeris kommunu hevur gjørt fundarfrásøgn um seinna fundin. Petur Alberg Lamhauge hevur somuleiðis gjørt nøkur notat um fundin.

24. januar 2006: Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum býtti út á landsstýrisfundi skjal um alternativar útrokningar viðvíkjandi at byggja ellis- og røktarheim í Vági

26. januar 2006: Fundur í lítlu samgongu har semja var um, at uppskotna afturgjaldstíðin - lánstreytirnar skuldu broytast frá 5 árum til 10 ár.

27. januar 2006: Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sendir kommununum í suðuroyar sunnaru helvt skriv, har hann boðar kommununum frá úrslitinum av fundinum í lítlu samgongu, har avgerandi broytingin var, at avdráttartíðin varð broytt frá 5 til 10 ár.

30. januar 2006: Umsókn frá Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommunum um stuðul til ellis- og røktarheim

30. januar 2006: Skriv frá Almanna-og heilsuráðnum til kommunurnar í norðaru helvt um støðuna.

31. januar 2006:
Svar á løgtingi frá Bárði Nielsen, landsstýrismanni uppá munnligan fyrispurning frá Høgna Hoydal um heimildir og ætlanirnar hjá landskassanum at veita kommunum lán.
Svar á løgtingi frá Jacob Vestergaard,, landsstýrismanni uppá munnligan fyrispurning frá Høgna Hoydal um lántøku hjá kommunum sambært kommunustýrislógini
Svar á løgtingi frá Jóannesi Eidesgaard, løgmanni uppá munnligan fyrispurning frá Høgna Hoydal um Lógarheimildir at trýsta kommunur til at seta seg í skuld fyri at fremja viljan hjá landsstýrinum

8. februar 2006: Notat frá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni um málsgongdina í málinum um ellis- og røktarheim í Vági.

15. februar 2006:
Svar á løgtingi frá Jóannesi Eidesgaard, løgmanni uppá munnligan fyrispurning frá Høgna Hoydal um fyrisitingarlóg og gegni.
Svar á løgtingi frá Jóannesi Eidesgaard, løgmanni uppá munnligan fyrispurning frá Høgna Hoydal um ávísa umsókn um stuðul úr landskassanum
Yüklə 25,89 Kb.

Dostları ilə paylaş:




Verilənlər bazası müəlliflik hüququ ilə müdafiə olunur ©genderi.org 2024
rəhbərliyinə müraciət

    Ana səhifə