Hvannasunds kommuna



Yüklə 9,91 Kb.
tarix06.05.2018
ölçüsü9,91 Kb.
#42251



KUNNGERÐ

UM UPPTØKU AV LEYSUM HUNDUM OG UM UPPTØKU AV ØÐRUM DÝRUM


Á ALMENNARI JØRÐ Í HVANNAUNDS KOMMUNU
Ikki er loyvt at hava hundar gangandi leysan ella at hava onnur dýr á almennari jørð, t.e. á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin er fyri vanligari ferðslu í Hvannasunds kommunu.

HUNDUR


Hevur upptikin hundur fyrisett helsi og spjaldur, boðsendur løgreglan ánaranum. Um ánarin ikki innan 3 ferðir 24 tímar frá tí, boðað er frá, hevur loyst hundin móti at rinda tey gjøld, sum staðist hava av upptøkuni, verður hundurin avhendaður (seldur) ella avlívaður.
Hevur upptikni hundurin ikki fyrisett helsi og spjaldur, lýsir løgreglan eftir ánaranum í svørtutalvu í Hvannasundi og Norðdepli. Hevur ánarin ikki innan 3 ferðir 24 tímar, frá tí lýst er, loyst hundin móti at rinda tey gjøld, sum staðist hava av upptøkuni, verður hundurin avhendaður (seldur) ella avlívaður.
Hundaánarin skal ansa eftir, at hundur verður havdur í so stuttum bandi, at hann, ið leiðir hann, hevur hann tætt inni at sær, at hundur ikki skittar á gongubreyt, á veg, har plantað er ella har almenningur ferðast. Hundaánari skal eisini ansa eftir, at hundur ikki gravar plantur og runnar upp.


ONNUR DÝR


Seyður o.o. dýr á nevndu økjum verða eisini tikin upp.
Lýst verður á sama hátt sum eftir hundaánara.

LOYSING


Upptikið dýr verður flýggjað ánara eftir avtalu við løgregluna.
ÁSETT UPPTØKUGJØLD
Hundur:

Fast gjald ……………………………………………….300 kr.

Vistarhald fyri hvørt nýkomið samdøgur,

hundurin er í varhaldi………………………………...…125 kr.


Hestur o.a. stórdýr:

Fast gjald………………………………………………..600 kr.

Matur fyri hvørt nýkomið samdøgur,

dýrið er í varðhaldi (uttandura)…………………………125 kr.


Seyður:

Fast gjald……………………………………………..…125 kr.

Vistarhald fyri hvørt nýkomið samdøgur,

seyðurin er í varðhaldið tey fyrstu

6 samdøgrini 60 kr./smdg.

Vistarhald fyri hvørt nýkomið samdøgur síðani….35 kr./samdg.


Kanin, gás, dunna, høna o.a. smádýr:

Fast gjald………………………………………………..125 kr.

Vistarhald fyri hvørt nýkomið samdøgur, dýrini

er í varðhaldið………………………………………..…..35 kr.


Kunngerðin kemur í gildi 20. august 2006.


Føroya Landfúti/Hvannasunds kommuna
Yüklə 9,91 Kb.

Dostları ilə paylaş:




Verilənlər bazası müəlliflik hüququ ilə müdafiə olunur ©genderi.org 2024
rəhbərliyinə müraciət

    Ana səhifə